Café MorMor er gula húsið, Undir Heygnum á Tvøroyri, við café, seymistovu og einum kamari til gisting!
Húsini eru frá 1890, og flestu tvøráfólk kenna tey sum húsini hjá MorMor - Laurinu Voksnæs Hansen - sum var úr Skagen og giftist hagar.
Café’in er opin frá mai - september. Um veturin er ikki so nógvur aktivitetur, tó hava vit eitt sindur caféopið og skipa fyri tónleikatiltøkum og øðrum mentanartiltøkum við hvørt. Hesum lýsa vit við á Facebook.
Finn okkum á facebookCafé MorMor leggur seg eftir at borðreiða við heimagjørdum mati úr góðari rávøru. Vit baka breyð og køkur, gera suppur og annan heitan mat v.m.
Les menukortið her!Brandið [brikolasj] sipar til endurnýtslu… at brúka tað man hevur við hondina!
Seymistovan er á loftinum hjá MorMor, og her brúki eg – Anna Mortensen – nógva tíð um veturin at sniðgeva og framleiða pútur, taskur, niðurdeilar o.a. úr endurnýttum tilfari... ein góð kontrast til summarið, tá caféin krevur alla orkuna.
Produktini kunnu keypast í café’ini.
Nýbygda anneksið, sum er partur av Café MorMor, hevur sovikamar við dupultsong, baðirúm við wc/brúsu og eitt vakstrarhús, sum um veturin liggur í dvala. Her er friðarligt og frálíkt útsýni út á fjørð og fjøll.
Morgunmaturin verður borðreiddur á café’ini- heimabakað breyð, frísktpressað juice við góðum tilhoyri.
Frá mai – sep, tá café’in er opin, brúka cafégestir eisini wc í anneksinum (ónsdag – sunnudag kl 11-18, wc verður vaskað hvønn dag kl 18).
Tá café’in er vetrarstongd, okt - apríl, hava gestir møguleika at brúka café’ina. Har er væl útgjørdur køkur og hugnaligar stovur.
Prísur fyri dupultkamar v/morgunmati í tvær nætur er 1.900 kr.
Áhugað kunnu senda teldupost til cafe@mormor.fo ella ringja 287810